Búmerkið hjá felagnum
08. jul. 2026

„Vónina finna vit í Guds orði“.

Ukraina: Hóast viknandi heilsu og stóran persónligan miss ferðast 75 ára gamli presturin, Vasyl Lutsyshun, framvegis til hermótini við bíblium, bøn og hjálp til tey, sum stríðast við sálarlig árin av krígnum.

Stutt undan russisku innrásini í 2022 misti Vasyl Lutsyshun konu sína av covid. Sama dag, sum hon varð jarðað, varð abbasonur hansara sendur til hermótini í Luhansk-landslutinum eystarlaga í Ukraina. Stutt eftir fór eisini dóttir hansara í herin.

Fyri 75 ára gamla Vasyl Lutsyshun hevur kríggið eisini rakt hansara egnu familju meint. Hann er prestur í ortodoksu kirkjuni í Lviv vestarlaga í Ukraina og virkandi formaður í stýrinum fyri ukrainska Bíbliufelagið.

– Sjúkan tók mammu hennara, og kríggið hevur á mangan hátt tikið son hennara, sigur hann um dóttur sína, sum áður starvaðist sum sjónvarpsjournalistur. Men tá kríggið byrjaði, broyttist lívið fullkomiliga.

Fyri Vasyl Lutsyshun er tað vorðið púra greitt, hvat kríggj ger við eitt menniskja.

– Eingin kemur heim úr krígnum við einum óskaddum sinni. Eitt menniskja kann síggja óskalað út uttan, men innast inni ber tað ofta tung sálarsár, sigur hann.

Abbasonur hansara er higartil sloppin undan teimum ringastu likamligu skaðunum. Men hann hevur upplivað harðar bardagar og mist góðar vinir. Ein av hermonnum sum bardist saman við honum, varð skotin og dripin, meðan hann stóð beint við liðina á honum.

– Blóð kann vaskast av andlitinum og hermannaklæðunum. Men skelkurin og sálarsárini sita eftir, sigur Vasyl Lutsyshun.

Kortini sær abbin eisini nakað annað: eina trúgv, sum ber.

– Abbasonur mín hevur havt eina sterka trúgv síðani barnaárini. Kanska er tað henda trúgvin, sum hevur bjargað lívi hansara.

Trúgvin ber í myrkrinum

Fyri Vasyl Lutsyshun er Bíblian ikki bara læra ella teori. Við hermótini verður Guds orð hjá mongum ein lívlína.

Fyrstu mánaðirnar av krígnum vónaðu mong, at alt skjótt fór at vera av. Soleiðis er ikki longur.

– Vit biðja um styrki til at halda út. Vit hava mist dreymin um, at kríggið skjótt er liðugt. Tí mugu vit læra at liva í tí veruleika, vit standa í nú. Og bert Gud kann geva okkum styrkina, sigur hann.

Ungir menn verða dripnir, særdir ella tiknir til fanga. Eftir sita kvinnur, børn og eldri fólk og royna at halda klára dagin og vegin.

– Vit eru í vanda fyri at gerast eitt samfelag av einkjum og faðirleysum børnum, sigur Vasyl Lutsyshun.

Tá trygdin hvørvur, og vónin um framtíðina byrjar at vikna, veksur tørvurin á troyst. Og fyri Vasyl Lutsyshun er tann sterkasta troystin at finna í Bíbliuni.

– Sum Bíbliufelag er tað okkara uppgáva at rætta Guds orð til menniskju. At minna tey á trúnna, og at einki er ómøguligt hjá Gudi, sigur hann.

Tí ferðast Vasyl Lutsyshun framvegis eystureftir saman við starvsfeløgum úr Bíbliufelagnum. Tey hitta hermenn, býta út bíbliur, biðja saman við teimum og lurta eftir teimum.

– Teir ungu menninir við hermótini eru ikki yvirmenniskju. Teir eru púra vanlig fólk. Men so leingi teir berjast fyri landi okkara, er vón, sigur hann.

Bíbliur og nærvera við hermótini

Vasyl Lutsyshun sigur, at tað ofta eru tær einfaldu bíbliuútgávurnar, sum røkka longst.

– Vit uppliva ofta, at barnabíbliurnar eru sera væl umtóktar. Tær eru lættari at lesa hjá fólki, sum ikki eru von við bíbilskar tekstir, og tær eru einfaldar og lættskilligar við myndum, greiðir hann frá.

Á ferðunum hitta tey eisini hermenn í djúpari kreppu. Summir seta tær truplastu spurningarnar: Hvar var Gud, tá óndskapurin rakti?

Vasyl Lutsyshun kennir ikki altíð svarið.

– Slíkar spurningar kunnu vit ikki altíð svara. Men vit kunnu vera har. Vit kunnu biðja, og vit kunnu lurta, sigur hann.

Júst henda nærveran er vorðin ein týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Bíbliufelagnum í einum landi, har milliónir liva við sorg, ótta og sálarsárum.

Ferðirnar til hermótini eru tungar hjá 75 ára gamla prestinum. Men tær geva honum eisini nakað aftur.

– Likamliga verði eg móður. Men andaliga komi eg heim aftur við nýggjari styrki.

Vasyl Lutsyshun ivast ikki í, at tørvurin verður har í langa tíð. Hermenn, veteranar og familjur hava ikki bert tørv á ítøkiligari hjálp, men eisini á sólarøkt, bíblium og menniskjum, sum halda fram at standa teimum við lið.

Og tí má arbeiðið halda fram.

Áheitan: Latum okkum minnast til at biðja fyri landinum og fólkinum í Ukraina.

Ynskir tú at stuðla útbreiðslu av Bíbliuni í Ukraina, kanst tú flyta peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerkja "Ukraina".

 Eftir Bjørn Håkon Hovde.
Ásbjørn Jacobsen, umsetti.