Hann helt fast um Nýggja Testamentið.
UKRAINA: Tá ið ein hermaður á hermótinum varð funnin deyður við Nýggja Testamenti í hondini, setti tað eina óvæntaða rørslu í gongd millum vápnabrøðurnar.
Faðir Ivan er herprestur í eini álopseind hjá umkrainska herinum..
Søguna sigur Yurii Petrenko, sum starvast í Ukrainska Bíbliufelagnum. Fyrstu ferð hann hitti faðir Ivan, var undir undirvísing av herprestum á Taras Sjevtsjenko-universitetinum í Kyiv.
Yurii vitjar javnan slíkar bólkar. Har leggur hann fram bíbliur og kristnar bøkur, sum herprestarnir kunnu taka við sær út í tænastuna. Teir tæna ikki bert hermonnunum, men eisini familjum teirra. Soleiðis kann Guds orð røkka menniskjum, sum annars sjáldan høvdu komið í samband við kirkjuna.
Nakrar mánaðir eftir fyrsta fundin ringdi faðir Ivan.
– Hann bað um bíbliur og kristnar bøkur til deildina hjá sær, sigur Yurii.
Faðir Ivan hevði fingið loyvi at seta á stovn eitt lítið feltkapell – eitt tjald, har hermenn kundu biðja, tosa saman, fáa sálarrøkt og taka lut í gudstænastum.
– Í fyrstani var lítil eftirspurningur
Vanliga bað hann um eitt lítið tal av Nýggja Testamenti við kamuflasjupermum, serliga gjørt til hermenn. Seinni vaks áhugin – bæði fyri bíblium og barnabíblium.
Nógvir hermenn ynskja at senda okkurt heim til børnini. Ikki nakað, sum minnir um kríggið, men nakað, sum sigur teimum, at pápi, mamma, sonur, beiggi ella gubbi framvegis hugsar um tey. Ofta verður gávan ein barnabíblia við einari persónligari heilsan.
Telefonuppringingarnar frá faðir Ivan komu alt oftari. Deild hansara var partur av álopsdeildunum. Eftir hvørja álopshending vóru bert fáir hermenn á lívi, tá ið teir komu aftur.
So kom samrøðan, sum broytti alt.
Ein leygarmorgun í desember ringdi faðir Ivan. Rødd hansara var merkt av ótta.
– Bróðir Yurii … eg havi tørv á nógvum bíblium, segði hann.
Síðani varð tøgn.
Yurii royndi at gita. Trý hundrað? Fýra hundrað? Kanska fimm hundrað?
– Hvussu nógvar? spurdi hann.
– Eg havi tørv á tveytúsund eintøkum
Dagin fyri hevði faðir Ivan verið við til jarðarferðina hjá einum hermanni, sum javnan hevði vitjað feltkapellið. Hermaðurin hevði fingið altarborðsins sakramenti og eitt Nýggja Testamenti í kamuflasjulíki, og presturin hevði eggjað honum at lesa í Bíbliuni.
Seinni fór hermaðurin til eina uppgávu saman við einum lítlum bólki av hermonnum. Eingin teirra kom livandi aftur.
Í fleiri dagar bar ikki til at fáa teir falnu heim, vegna harðar bardagar í økinum. Nakrar dagar seinni funnu teir Andrij liggjandi á jørðini. Í aðrari hondini helt hann Nýggja Testamenti. Fleiri royndir vórðu gjørdar at loysa bókina úr hond hansara, men tað eydnaðist ikki. Likamið var longu stívnað eftir deyðan.
– Hvør dagur kann vera tann síðsti
Tí tóku vápnabrøðurnir og avvarðandi eina avgerð: Hann skuldi verða jarðaður soleiðis, sum hann varð funnin – við Nýggja Testamenti í hondini.
Á baksíðuni av Nýggja Testamenti stóð Faðir vár prentað á ukrainskum. Kanska var tað henda bønin, hann helt fast um í sínum seinastu løtum.
Eftir jarðarferðina breiddi søgan seg skjótt. Skjótt komu bæði yvirmenn og vanligir hermenn til faðir Ivan. Øll ynsktu somu útgávu av Nýggja Testamenti, sum Andrij hevði havt.
– Eg havi ongantíð sæð nakað líknandi í allari míni tíð í herinum, segði faðir Ivan við Yurii. – Fólk vita, at hvør dagur kann vera tann síðsti. Tí vilja tey hava við sær tað, sum var so dýrabart fyri Andrij.
Saman eydnaðist tað Bíbliufelagnum og faðir Ivan at útvega tveytúsund eintøk.
Seinni sendu hermenninir stríðsflagg sítt til Bíbliufelagið, undirskrivað av mongum í brigaduni. Við flagginum fylgdi ein bøn:
– Biðið fyri okkum, og haldið fram við at stuðla okkum andaliga
Tí har, á hermótinum, mitt í krígnum, uppliva menniskju sterkari enn nakrantíð, hvat tað merkir, tá ið Bíblian talar um „dalin við deyðans skugga.“
Herprestur á hermótinum
Faðir Ivan er almennur herprestur í Ortodoksu kirkjuni í Ukraina og knýttur at einari álopseind. Í tænastuni hittir hann hermenn, sum liva tætt at deyða, ótta og longsli eftir teimum heima.
Lítla feltkapell hansara er bert eitt tjald. Kortini er tað vorðið ein andaligur miðdepil – eitt stað til bøn, samrøðu, altargongd og Guds orð.
Barnabíblian sum síðsta minnið
Á hermótinum er eftirspurningurin eftir barnabíblium eisini vaksin. Nógvir hermenn vilja senda okkurt heim, sum ikki snýr seg um vápn, ótta ella deyða.
Ein myndprýdd barnabíblia kann gerast ein heilsan frá einum pápa, mammu, beiggja, syni ella gubba. Summi skriva navn sítt í bókina, áðrenn hon verður send heim. Í summum familjum verður hon dýrabarasta minnið eftir ein hermann, sum ongantíð kemur aftur.
Eftir: Yurii Petrenko/Bjørn Håkon Hovde
Myndir: Yurii Petrenko
Umsett til føroyskt: Ásbjørn Jacobsen
Gev gávu
Eftir meira enn fýra ár við kríggi eru kirkjurnar í Ukraina framvegis eitt trygt stað, har menniskju kunnu leita sær hjálp. Mitt í neyðini er Bíbliufelagið í Ukraina til staðar – hvønn einasta dag.
Ein bíblia kostar 30 krónur. 300 krónur røkka til 10 bíbliur. Hvussu nógvar kanst tú geva?
Ynskir tú at stuðla útbreiðslu av Bíbliuni í Ukraina, kanst tú flyta peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerkja "Ukraina". Takk fyri og Harrans signing!