28. jul. 2026
Jesu orð til Grikka um deyða sín.
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.
Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív.
Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera.
Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann.
Jóh 12,24–26
Ólavsøka
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen