Verið búnir.
Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið! Seljið ognarlutir tykkara og gevið olmussu. Gerið tykkum pungar, sum ikki verða slitnir, ein skatt, sum ikki minkar, í himlunum, har sum tjóvur ikki kemur at, og ei heldur mølur etur upp; tí at har sum skattur tykkara er, har vil eisini hjarta tykkara vera.
Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara veri brennandi! Og verið tit sjálvir líkir monnum, sum bíða eftir húsbónda sínum, tá ið hann kemur heim aftur úr brúdleypi, at teir við tað sama, tá ið hann kemur og bankar á dyrnar, kunnu lata honum upp.
Sælir eru teir húskallar, sum húsbóndin finnur vakandi, tá ið hann kemur. Sanniliga sigi eg tykkum, at hann man gyrða seg og seta teir til borðs og fara at borðreiða fyri teimum. Og um hann kemur á miðjari nátt, og um hann kemur í lýsing og finnur teir soleiðis, sælir eru teir.
Men hetta skilja tit, at hevði húsbóndin vitað, hvønn tíma tjóvurin kom, tá mundi hann vakið og ikki latið verið innbrot í hús síni. So verið tit tá búnir, tí at tann tíma, sum tit ikki halda, kemur menniskjusonurin!»
Men Pætur segði við hann: «Harri, er tað okkum, tú sigur hetta líknilsi, ella øllum øðrum eisini?» Og Harrin segði: «Hvør er tá hin trúgvi og hygni húskallur, sum húsbóndin man seta yvir húsfólk sítt at geva teimum verðir teirra á rættum tíma? Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin finnur gerandi soleiðis, tá ið hann kemur. Sanniliga sigi eg tykkum, hann skal seta hann yvir øllum tí, hann eigur.
Men um hesin sami húskallur sigur í hjarta sínum: «Húsbóndi mín man verða drúgvur at koma;» og hann tá fer at sláa dreingirnar og arbeiðiskonurnar og at eta og drekka og stoyta seg fullan, tá skal húsbóndin hjá tí húskalli koma ein dag, hann ikki væntar, og ein tíma, hann ikki veit av, og høgga hann sundur í tógvar lutir og lata hann fáa lut sín við hinum ótrúgvu.
Men tann húskallur, sum veit vilja húsbónda síns og einki hevur gjørt til reiðar ella gjørt eftir vilja hansara, skal fáa mong høggini; men tann, sum ikki veit hann, og hevur gjørt tað, ið er høgg vert, skal fáa fá høggini.
Men av einum og hvørjum, sum mikið er givið, skal mikið verða kravt, og einum og hvørjum, sum mikið er litið til, skal tess meira verða kravt av.
Luk. 12, 32-48
9. s. e. tríeindardag
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen