Búmerkið hjá felagnum
17. sep. 2026

Nógv fólk til móttøku í Bispagarðinum.

Almenn móttøka fyri nýggja aðalskrivaranum hjá Føroyska Bíbliufelagnum, Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, var í Bispagarðinum 16. septembur k. 15.00 - 16.00.

Uppmøtingin var sera góð. Úr bygd og úr bý komu fólk at heilsa nýggja aðalskrivaranum.

Formaðurin í Bíbliufelagnum, Bergur Debes Joensen, bjóðaði vælkomin til móttøkuna og helt hesa røðu.
Les røðuna her...

Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, aðalskrivari helt eisini røðu. Les røðuna her...

So vóru øll boðin til ábit og har var nógv gott og væl smakkandi.

Til seinast tók forsetin í Bíbliufelagum, Jógvan Fríðriksson, biskupur, orðið og takkaði fyri.

Sí eisini myndir frá móttøkuni her...

Vit í Bíbliufelagnum takka bispi og Mariu fyri innivist og ábit í dag.