Búmerkið hjá felagnum
29. sep. 2026

Bíbliu Maraton í Klaksvík.

Í døgunum 5. til 9. oktobur verður Bíbliumaraton á Soli Deo Gloria í Klaksvík.

Vit lesa alla bíbliuna, frá byrjan til enda, dag og nátt.

Byrjað verður 5. oktobur kl. 20 og hildið verður á til vit væntandi, um middagsleiti tann 9. oktobur, eru komin á mál.
Vit lesa úr Bíbliunum hjá Dahl og Viktor í bókformið. Møguleiki er eisini at lesa á fremmanda máli, og tá er neyðugt at hava Bíbliu við sær.

Til ber at skriva seg upp at lesa inni á Soli Deo Gloria ella við SMS boðum á tlf. +45 60685354 (Fríðbjørg) og
tlf. +298 210790 (Aðalstein)

Eisini ber til at koma inn á gólvið undir lestrinum at bjóða seg fram, ella bara at njóta løtuna.
Har verður okkurt at leska sær við, meðan lurtað verður.

Meðan vit fyrireika okkum, kunnu vit lesa bloggin Bíblian - ein samansett bók av heimasíðuni. Trýst her...