Búmerkið hjá felagnum
30. sep. 2026

Tveir brøður, ein bíbliutími – og ein søga um broyting.

Toni (9) og Gabi (6) úr Leskovac í Serbia hava fingið hvør sína Bíbliu, undirvísing og ein nýggjan gerandisdag.

Í Leskovac, sunnalaga í Serbia, hittast børn úr romafólkinum hvørja viku til bíbliufrásagnir á teirra egna móðurmáli. Fyri mong børn er hetta eitt av fáu støðunum, har tey kenna seg sædd, hoyrd og virðismett.

Ein stór broyting

Millum børnini eru brøðurnir Toni og Gabi. Tá teir byrjaðu í bíbliutímunum, høvdu teir trupult við at sita stillir og fylgja einfaldum reglum. Men við tolni og trúføstum arbeiði hjá lærarunum broyttist nógv.

Í dag ganga báðir regluliga í skúla, nakað teir ikki gjørdu áður, og teir fáa eisini hjálp við frálæruni. Nýliga stóð 9 ára gamli Toni framman fyri flokkinum og las eitt brot úr barnabíbliuni – ein stórur sigur hjá einum drongi, sum áður hevði trupult við at fylgja bara einfaldum reglum.

Bíblian á teirra egna máli

Arbeiðið byggir á eina bíbliu, sum er umsett til gurbeti arlija, eitt av málføri romafólksins. Nýggja testamentið varð liðugt og útgivið í 2020. Nú verður henda umsetingin brúkt í bíbliutímunum, so børnini kunnu hoyra Guds orð á einum máli, tey kenna og skilja.

Romafólkið í Leskovac livir ofta undir truplum sosialum og fíggjarligum umstøðum og er í stóran mun sett til viks í serbiska samfelagnum.

Meira enn bíbliutímar

Arbeiðið fevnir eisini um skúlating og útgerð sum taskur, skrivibøkur og blýantar. Fleiri ferðir um árið verða skipaðir legur við mati, virksemi og felagsskapi.

Ávirkanin røkkur longri enn sjálvar bíbliutímarnar. Børn, sum áður góvust tíðliga í skúlanum, halda nú fram og fullføra fólkaskúlan. Summi halda eisini fram í miðnámsskúla.

Arbeiðið er higartil bert skipað í Leskovac, men kirkjur, sum Bíbliufelagið samstarvar við, gera líknandi arbeiði í fleiri øðrum býum í Serbia. Romafólkið býr í stórum parti av Evropa, og tørvurin á bíbliuumseting og undirvísing á egnum máli er stórur.

Kelda: Norska Bíbliufelagið
Ásbjørn Jacobsen, umsetti