Búmerkið hjá felagnum
17. okt. 2026

Guds orð bjargaði mær....

Lívið gjørdist tungt hjá Abel*, tá ið kona hansara fór at fáast við gand og læt hann sita einsamallan eftir við ábyrgdini av at uppala teirra fimm børn. Uttan konu sína kendi Abel seg bæði sálarliga og andliga sviknan. Hann stríddist og visti ikki, hvønn ella hvar hann skuldi venda sær til.

Hesar kenslur av djúpari vónloysi eru væl kendar hjá mongum í Ruanda, sum tráa eftir at eiga sína egnu Bíbliu. Fýra av tíggju fólkum í landinum liva í fátækradømi og hava ikki ráð at keypa sær Bíbliuna.

Men takkað verið stuðlinum frá trúføstu stuðlum okkara kom Abel upp í ein bólk, sum lurtaði eftir ljóðbíbliuni. Eftir at hava fingið Guds orð, broyttist lív hansara.

Tað, sum Abel fann í lurtibólkinum og í Skriftini, gav honum styrki og troyst. Hann sigur:
„Eg var sera einsamallur. Men síðan eg kom upp í lurtibólkin, havi eg møtt brøðrum og systrum í trúnni, og vit tosa saman um Guds orð. Sum gamal maður gevur tað mær kensluna av, at eg ikki eri einsamallur.“

Abel er ein av teimum túsundtals fólkunum í Ruanda, sum eru við í lurtibólkum, ið nýta ljóðbíbliur. Bara í ár hava fleiri hundrað fólk givið Kristusi lív sítt eftir at hava verið við í hesum átaki, sum hevur broytt lív teirra.

Abel sigur: „Guds orð bjargaði mær frá alkoholmisnýtslu, royking, siðloysi og øðrum, sum ikki toknast Gudi. Eg helt fram at vaksa í trúnni, og eg fekk vinir, tí vit komu saman og lurtaðu eftir Guds orði.“

Abel er takksamur fyri at hava Guds orð at venda sær til. Hann sigur: „Gomul fólk sum eg, ið ikki hava Guds orð, missa nakað týdningarmikið í lívinum.“

Tann áhaldandi stuðulin frá gávumildum stuðlum okkara ger tað møguligt at bera Bíbliuna til fólk, sum líða og hava tørv á hjálp, eins og Abel. Vit eru sera takksom fyri, at andalig heilsubót verður borin fólki í Ruanda og víða um heim.

*Navnið er broytt fyri at verja samleikan.

Kelda: American Bible Society

Lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen