Samáriakvinnan.
Jesus segði við teir: „Matur mín er at gera vilja hansara, sum sendi meg, og at fullføra gerning hansara.
Siga tit ikki: Enn eru fýra mánaðir til heystar? Men eg sigi tykkum: Lyftið upp eygu tykkara og hyggið út yvir akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar.
Tann, ið heystar, fær løn og savnar ávøkst til ævigt lív, so at tann, ið sáar, og tann, ið heystar, kunnu gleðast saman. Tí í hesum føri er orðatakið satt: Ein sáar, ein annar heystar. Eg havi sent tykkum út at heysta tað, sum tit ikki hava arbeitt við. Aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.“
Úr tí býnum komu nógvir samáriabúgvar til trúgv á hann av orðum kvinnunnar, tá ið hon vitnaði: „Hann hevur sagt mær frá øllum, sum eg havi gjørt.“ Tá ið nú samáriabúgvarnir komu út til hansara, bóðu teir hann steðga hjá sær; hann varð tá har í tveir dagar, og enn fleiri komu til trúgv av orðum hansara.
Tey søgdu við kvinnuna: „Nú er tað ikki longur tað, sum tú segði, ið fær okkum at trúgva; tí vit hava sjálv hoyrt hann, og vit vita, at hesin av sonnum er heimsins frelsari.“
Jóh. 34-42
21. s. e. tríeindardag