02. nov. 2026
Bíbliufelagið á Strondum.
'Eitt kvøld um nýggju bíbliutýðingina' var evnið sunnukvøldið á møtinum í Missiónshúsinum á Strondum, tá
Vivian Begerau hevði samrøðu viđ Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, aðalskrivara í Føroyska Bíbliufelagnum.
Aftaná møtið var høvi at seta spurningar og bjóðað var til nátturða.
Føroyska Bíbliufelagið takkar fyri gott og uppbyggjandi møti, nógv góð prát og ein frálíkan nátturða.
Gud signi tykkum.
Kirkjur, meinigheitir, samkomur, felagsskapir og onnur, ið ynskja vitjan av Bíbliufelagnum til fyrilestrar o.a. eru vælkomin at skriva til biblia@biblia.fo ella ringja tlf. 277575.