Búmerkið hjá felagnum
05. nov. 2026

Funnu tvey á lívi undir húsaleivdunum.

Við berum hondum royndi presturin Alexis Paz at grava sonin og abbasonin fram úr einum húsum, sum vóru rapað. Men í staðin fann hann eina kvinnu og eitt nýføtt barn. Bæði vóru á lívi.

– Eg varð leiddur av eini rødd frá Gudi, sigur hann.

Uttan fyri kirkjuna í Playa Grande hevur Alexis útsýni yvir staðið, har alt broyttist. Ein íbúðarbygningur við 12 hæddum er nú bara ein rúgva av betongi og jarni.

Røddin frá Gudi

Mikudagin 24. juni stóð Alexis í køkinum í íbúð síni, tá ið hann brádliga merkti, at bygningurin skalv, og partar av honum rapaðu.

– Ein betongblokkur rakti meg, og eg misti vitið. Tá ið eg vaknaði aftur, lá eg blóðigur í dustinum, greiðir hann frá.

Tá hoyrdi hann eina rødd, sum segði: „Far til bygningin, har sonur tín býr, og bjarga tveimum av mínum.“

Hann kom sær út á gøturnar. Streymur, vatn og telefonsamband vóru burtur, og hús lógu í skeljasori.

Orðini í Jósvabók 1,9 góvu honum styrki: „Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Gud tín, er við tær á øllum leiðum tínum!»

Tá ið hann kom fram, var íbúðarbygningurin rapaður. Men Alexis var sannførdur um, at hann skuldi bjarga soninum Adi Josué og abbasoninum Adrián. Uttan amboð fór hann at grava við berum hondum.

Funnu tvey á lívi

Grannar, sum høvdu yvirlivað jarðskjálvtan, komu honum til hjálpar. Tey høvdu hvørki spakar ella ljós. Tá ið tað lýsti fyri degi, hoyrdu tey barnagrát úr hinum endanum av húsaleivdunum.

Tá ið tey høvdu ruddað grót burtur, funnu tey ikki sonin og abbasonin, men eina unga kvinnu og barn hennara. Bæði vóru á lívi!

– Røddin hevði leitt meg til tvey fólk, sum eg ikki kendi, men sum høvdu tørv á at kenna kærleika Guds og hoyra orð hansara, sigur Alexis.

Men sonurin, sum eisini var hjálparprestur í kirkjuni, og lítli abbasonurin lógu deyðir undir húsaleivdunum.

Kirkjan stóð eftir

Vanlukkan broytti sjónarmið Alexis á líðing og trúgv. Kirkjan minkaði úr 650 niður í 120 limir.

Kirkjan var einasti bygningurin í grannalagnum, sum stóð eftir. Hon varð skjótt gjørd til hjálpimiðstøð og savningarstað fyri fólkini í økinum.

Bíbliufelagið lat eisini fleiri túsund bíbliur til familjur í La Guaira í vikunum eftir vanlukkuna.

Øskukrukkurnar við leivdunum av soninum og abbasoninum standa nú á einum lítlum borði í kirkjuni. Tær minna á tey, sum lótu lív, men bera eisini boð um vónina um ævigt lív.

– Henda royndin hevur lært meg, at trúgvin ikki er treytað av tryggleika ella av, at lívið gongur, sum vit vóna, sigur Alexis Paz.

– Guds orð er eitt akker, eisini mitt í sorg, missi og ótta. Tað gevur okkum eitt lyfti, sum ber okkum inn í ævinleikan.

Jarðskjálvti rakti Venezuela

24. juni 2026 varð Venezuela rakt av tveimum ógvusligum jarðskjálvtum við bert 39 sekundum ímillum. Stórur skaði stóðst, serliga í Caracas og landslutinum La Guaira.

Bygningar rapaðu, og streymur og telefonsamband fóru. Í vikunum eftir vóru fleiri enn 1.300 eftirskjálvtar.

Við endan av juni vóru fleiri enn 1.700 deyð staðfest. Seinni vaks talið til meira enn 5.000, og yvir 16.000 fólk vórðu særd.

Vanlukkan rakti eitt land, har nógv fólk frammanundan livdu í fátækradømi við matvørutroti og einum hart sperdum heilsuverki.

Myndin: Alexis Paz við kirkjuna Arará í Playa Grande
Kelda: Det Norske Bibelselskap
Lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen