Búmerkið hjá felagnum
07. nov. 2026

Ávaring móti teim skriftlærdu og hin fátæka einkjan.

Hetta heilaga evangeliið skrivar Markus evangelistur.

Og í læru síni segði hann: «Varið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og fáa heilsanir á torgunum,og fegnir vilja hava teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum og tey ovastu sætini í veitslum; teir, sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.»

Hin fátæka einkjan

Og hann settist niður beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu mannfjøldin legði peningar í kistuna; og mong rík løgdu nógv.

Og har kom ein fátæk einkja og legði tveir smápeningar, sum er eitt oyra.Og hann kallaði lærusveinar sínar til sín og segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan hevur lagt meira í enn øll hini, sum løgdu í kistuna;tí at tey løgdu øll av tí nógva, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti, alla ogn sína.»

Mark. 12,38-44
23. s. e. tríeindardag

Lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen