Jesus, Guds sonur.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur.
Men Jesus svaraði teimum: «Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.» Av teirri orsøk vóru Jødarnir enn meira hugaðir at fáa hann tiknan av døgum, tí at hann ikki bert breyt hvíludagshalguna, men eisini kallaði Gud faðir sín og gjørdi seg sjálvan Gudi líkan.
Jesus, Guds sonur, gevur ævigt lív og er dómari heimsins
Tá tók Jesus til orða og segði við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum, annað enn tað, sum hann sær faðirin gera; tí at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis.
Tí at faðirin elskar sonin og sýnir honum alt tað, hann sjálvur ger, og hann skal sýna honum størri gerningar enn hesar, til tess at tit skulu undrast.Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi, soleiðis ger eisini sonurin tey livandi, sum hann vil. Tí at heldur ikki dømir faðirin nakran, men hann hevur givið syninum allan dómin,til tess at allir skulu æra sonin, líkasum teir æra faðirin. Tann, sum ikki ærir sonin, ærir ikki faðirin, sum sendi hann.
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann stund kemur, ja, hon er longu komin, tá ið hini deyðu skulu hoyra rødd Guds sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva. Tí at eins og faðirin hevur lív í sjálvum sær, soleiðis hevur hann eisini givið syninum at hava lív í sjálvum sær. Og hann hevur givið honum vald at halda dóm, av tí at hann er menniskjusonur.
Undrist ikki um hetta, tí at tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar.
Jóh. 5,17-29
24. s. e. tríeindardag
Lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen