Eftir 64 árum: Nú hava Marakwet-fólkini alla Bíbliuna á sínum egna máli.
Edwyn fær fyri fyrstu ferð Bíbliuna á sínum egna máli. „Ein dag fer okkara fólk at kunna lesa Guds orð á tí málinum, sum tey skilja best.“
Soleiðis segði Edwyn Kiptinness, ein maður úr Marakwet-fólkinum í Kenja, í 1962. Tá var hann 16 ára gamal og lá á sjúkrahúsi í longri tíð. Hann hevði fingið eina Bíbliu at lesa, men hevði trupult við at skilja hana.
Í ár gjørdist dreymur hansara veruleiki.
Í august hátíðarhildu Marakwet-fólkini við dansi og sangi, at tey nú fyri fyrstu ferð hava fingið alla Bíbliuna týdda til sítt egna mál.
Edwyn, sum sjálvur hevur verið við til at byggja upp arbeiðið við bíbliutýðing í Kenja, fekk handað Bíbliuna á sínum móðurmáli. Nú kunnu bæði hann og øll Marakwet-fólkini skilja boðskapin í Guds orði á einum máli, sum tey veruliga kenna og skilja.
Marakwet-Bíblian er ein av 28 fullfíggjaðum Bíblium, sum eru givnar út í ár. Tað merkir, at ein nýggj týðing av allari Bíbliuni er liðug umleið aðru hvørja viku. Samstundis hava 101 milliónir fleiri fólk nú atgongd til Bíbliuna enn fyri einum ári síðani.
Ein týdningarmikil varði varð eisini rokkin í ár: Øll Bíblian varð givin út á máli nummar 800. Nú eru 807 mál, sum verða tosað av umleið 6,2 milliardum fólkum, har øll Bíblian er tøk á teirra egna máli.
Men enn vantar nógv í. Fimti hvør maður og kvinna í heiminum – meira enn 1,5 milliardir fólk – hava ikki Bíbliuna á sínum egna máli. Boðskapurin um vón, kærleika og frelsu, sum Guds orð ber, er framvegis fjaldur fyri teimum á einum máli, tey ikki skilja. Soleiðis var støðan hjá Edwyn.
Men hetta er við at broytast. Sambært nýggju støðulýsingini hjá Wycliffe Bible Translators hevur arbeiðið við bíbliutýðing havt stóra framgongd seinasta árið. Tað hevur verið ein óvanliga stórur vøkstur í arbeiðinum at gera tað møguligt hjá øllum fólkasløgum at læra Jesus at kenna gjøgnum Bíbliuna.
Seinasta árið er hetta hent:
- Umframt tær 28 fullfíggjaðu Bíbliurnar eru 70 Nýggja Testamenti eisini givin út. Tað merkir, at ein Bíblia ella eitt Nýggja Testamenti er vorðið tøkt umleið fjórða hvønn dag.
- Týðingararbeiðið fer í løtuni fram á meira enn 4.414 málum. Tað er umleið 60 prosent av øllum málum í heiminum.
- Á 87 málum eru bíbliutekstir nú fyri fyrstu ferð tøkir. Fólk, sum tosa hesi málini, kunnu nú fyri fyrstu ferð hoyra ella lesa partar av Guds orði á sínum egna máli.
- Talið á málum, har týðingararbeiðið enn ikki er byrjað, er nú 543. Fyri fimm árum síðani var talið 1.892. Tað merkir, at talið er minkað úr 25 prosentum av øllum heimsins málum niður í bert 7 prosent.
„Tað er sera gleðiligt at síggja, at framgongdin í bíbliutýðingararbeiðinum heldur fram. Tað merkir, at enn fleiri fólk nú fáa Guds orð á tí málinum, sum er teirra móðurmál,“ sigur James Poole, stjóri í Wycliffe Bible Translators.
„Men tølini eru ikki endamálið í sjálvum sær. Tað týdningarmesta er, at fleiri fólk kunnu læra Jesus at kenna gjøgnum Bíbliuna. Tá verða lív, kirkjur og samfeløg broytt.“
Hetta er júst tað, sum hendir kring allan heimin – eisini í kirkjuni hjá Marakwet-fólkinum. Har Bíblian verður týdd til móðurmálið, koma fólk til trúgv á Jesus, og kirkjan veksur.
Myndin: Edwyn fær sína marakwet Bíbliu fyri fyrstu ferð.
Alfred Thompson, ritstjóri hjá Wycliffe Bible Translators.
Lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen