Flemming Møldrup: „Tað lá ikki í kortunum, at eg skuldi møta Jesusi“.
Í bókini "Jeg plejede egentlig ikke at tro" greiða sjey kendir danir frá sínum persónligu søgum um trúgv. Her kanst tú lesa eitt brot úr frásøgnini hjá sjónvarpsvertinum og rithøvundanum Flemming Møldrup.
Tað lá ikki í kortunum, at eg skuldi møta Jesusi. Einki í barnaárum mínum hevði ávirkað meg vi tí kristiliga ella átrúnaðarliga.
Eg vaks upp hjá mammu míni, sum var sera ung, tá ið hon fekk meg. Eg minnist ikki, at vit nakrantíð tosaðu um Gud ella Jesus. Vit vóru bara í kirkju til jarðarferðir og barnadópar, og tað var mest sum ein byrjan til eiitt hátíðarhøvið, ikki nakað, sum hevði sjálvstøðugan týdning fyri okkum.
Pápi mín var vinnulívsmaður og verðsligur jødi úr Ísrael. Hann vildi fegin hava mammu mína og meg við sær úr Danmark til Ísraels. Men mamma mín hevði ikki dirvi til tað, so eg sá bara pápa mín við longum millumbilum, tá ið hann hevði møguleika at leggja leiðina fram við Aarhus á eini millumlanding.
Les sera áhugaverda grein á heimasíðuni hjá danska Bíbliufelagnum.