Búmerkið hjá felagnum
27. nov. 2026

Abbin leitaði eftir Gudi – tað broytti ættarliðið.

Ein Bíblia, sum varð funnin av tilvild, gjørdist byrjanin til eina trúarferð, sum skuldi seta sín dám á eina heila familju. Í dag, trý ættarlið seinni, livir trúgvin víðari gjøgnum Rana og tænastu hansara.

Rana D. Mazumber kemur úr Sylhet-landslutinum í Bangladesh og er leiðari fyri Normisjon í Bangladesh.

Uppruni hansara hevur givið honum eitt natúrligt tilknýti til fólkið, sum hann leiðir. Nógv síggja hann sum ein av sínum egnu, og hetta hevur verið ein styrki í tænastu hansara.

Ein Gud, sum leitar eftir menniskjum

Rana hoyrir til triðja ættarlið av kristnum, men leiðin hagar byrjaði á ein heilt óvæntaðan hátt.

Søgan um trúnna í familjuni byrjaði við abba hansara.

Abbin var hindui og leitaði av heilum huga eftir Gudi. Ein dagin kom hann av tilvild fram á eitt Nýggja Testamenti, sum Gideonfelagsskapurin hevði býtt út. Hann gjørdist forvitin og fór at lesa.

Meðan hann las, fekk hann eina hugsan, sum skuldi broyta lív hansara: „Eg eri hindui og tí leiti eg eftir Gudi. Men í hesi bókini lesi eg um ein Gud, sum leitar eftir mær.“

Hetta rørdi hann almikið. Í møtinum við Jesus fann hann tann Gud, sum hann hevði leitað eftir, og hann valdi at fylgja honum.

Og tað var ikki bert hann sjálvur, men øll í húsinum tóku ímóti kristnu trúnni.

Trúgvin livir víðari

Soleiðis byrjaði trúarferðin hjá familjuni.

Tað, sum byrjaði við einari Bíbliu, sum av tilvild kom í hendurnar á einum hindua, ið leitaði eftir Gudi, er nú vorðið ein arvur, sum livir víðari í triðja ættarliði.

Í dag stendur Rana á odda fyri Normisjon í Bangladesh, eitt arbeiði, sum ávirkar fleiri túsund menniskju og leiðir tey til Jesus.

Rana er ein sjónligtur vitnisburður um, hvussu Gud framvegis virkar gjøgnum søguna hjá einari familju.

Kelda: Normisjon

Lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen