Búmerkið hjá felagnum
28. nov. 2026

Jesus ríður inn í Jerusalem.

Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur.

Og tá ið teir nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage við Oljufjallið, tá sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir:«Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og brátt munnu tit finna eitt ásin standa bundið og eitt fyl hjá tí; loysið tey og leiðið mær tey higar. Og um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; tá man hann alt fyri eitt lata tey avstað.»

Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur:«Sions dóttur berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.»

Men lærusveinarnir fóru avstað og gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum; og teir komu við ásininum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og hann setti seg oman á tey.

Men flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin.

Men mannamúgvurnar, sum gingu undan honum og sum gingu aftaná, rópaðu og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!»

Matt. 21, 1-9
1. s. í advent

Lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen