Páskadag: Hann er ikki her, hann er risin upp frá deyða.
Eftir hvíludagin um sólarris sunnumorgun fyrsta dag í vikuni fóru Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja at grøvini.
Brádliga var ein harður jarðskjálvti, og ein eingil kom niður av himli og velti steinin frá grøvini og setti seg á hann. Útsjónd hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum kavi.
Vaktarmenninir skulvu av ræðslu og duttu sum deyðir til jarðar.
Eingilin segði við kvinnurnar: „Tit skulu ikki ræðast. Eg veit, at tit leita eftir Jesusi, hinum, sum var krossfestur. Hann er ikki her, hann er risin upp frá deyða, soleiðis sum hann hevur sagt. Komið og síggið, hvar hann lá. Og skundið tykkum til lærusveinarnar og sigið við teir, at hann er risin upp frá deyðum og er farin undan til Galilea. Har skulu tit síggja hann. Nú havi eg sagt tykkum tað.“
Tær fóru í skundi av stað við ótta og miklari gleði og runnu at siga lærusveinunum frá.
Matt. 28,1-8
Nýggi Sáttmálin
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen