Páskir.
Stóra páskafrásøgnin í Gamla Testamenti stendur í 2. Mós 12.
Í kapitlunum frammanundan verður greitt frá trælalívinum hjá ísraelsfólki í Egyptalandi og teimum níggju plágunum, sum Gud Harrin við Mósesi sum millummanni sendir yvir Egyptaland fyri at fáa Farao at loyva ísraelsfólki at fara úr landinum.
Men Farao hevur hert seg. Tí má ein tíggjunda og avgerandi plága koma afturat. Ein plága, sum er, at oyðarin fer um landið og tekur fyrstafødda í hvørjum húsi egypta av lívi.
Fyri at verja seg móti oyðaranum skal ísraelsfólk taka eitt lamb ella eitt geitarlamb og slátra tað. Tey skulu smyrja nakað av blóðinum á durastólparnar. So fer oyðarin framvið. Síðan skulu tey steikja djórið heilt og eta tað saman við ósúrgaðum breyði. Tað skal gerast í skundi, og tey skulu vera skødd um føturnar, so tey eru til reiðar at fara úr landinum, tá Farao gevur boðini.
Hesa páskamáltíð og teir fylgjandi dagarnar við ósúrgaðum breyði skal ísraelsfólk árliga hátíðarhalda til minnis um, at deyðin fór framvið, og um, at Harrin fríaði tey úr trælahaldinum í Egyptalandi.
Páskirnar og veitsla hinna ósurgaðu breyða varð á Jesu døgum hátíðarhildin sum ein pílagrímsveitsla, har eitt ótal av jødum úr innlandinum og úr útlondum savnaðust í Jerúsalem. Eisini Jesus og hansara lærusveinar fara á páskum niðan til Jerúsalem, og tað verða páskadagarnir, sum mynda teir síðstu dagarnar í Jesu lívi, hansara handtøku, dómssøgn, avrætting, jarðarferð og uppreisn.
Teir tríggir fyrstu evangelistarnir siga frá, at tann síðsta máltíðin, sum Jesus át saman við sínum lærusveinum, var júst páskamáltíðin, og at hann tulkar breyðið og vínið sum vísandi til sín komandi deyða og áleggur lærusveinunum at gera tað sama, tá ið teir eftirsíðan koma saman.
Sum hesir evangelistarnir greiða frá gongdini, verður hendan máltíðin hildin tveir dagar fyri sabbattina, sostatt hóskvøld. Um náttina verður Jesus handtikin og avhoyrdur, dømdur og krossfestur fríggjamorgun og jarðaður seint seinnapart fríggjadag.
Leygardag er hvílu- og halgidagur (sabbat), men tíðliga sunnumorgun fara nakrar kvinnur, sum høvdu fylgst við Jesusi, út til grøvina. Tær finna hana tóma, og ein eingil sigur við tær, at hin krossfesti er risin upp.
Tað er hendan neyva røðin av hendingum, sum gjørdist tað nýggja kristna innihaldið í páskahátíðarhaldinum, og tað er uppreisnar sunnudagsmorgun, sum gevur teimum kristnu høvi at savnast hvønn sunnudag.
Bíbliulesiætlanin 2020-21
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen