Langafríggjadag: Jesus verður krossfestur.
Tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr aftur kappanum og lótu hann í aftur síni egnu klæði. So fóru teir við honum at krossfesta hann.
Á vegnum hittu teir ein mann, sum æt Símun frá Kýrene, og hermenninir noyddu hann at bera kross hansara.
Teir komu út á tann staðin, sum nevnist Golgata – tað merkir skallastaður. So góvu teir Jesusi vín, blandað við galli, so tað var beiskt, og tá ið hann fekk tað, vildi hann ikki drekka tað. So krossfestu teir hann og býttu klæði hansara ímillum sín við lutakasti.
So settu teir seg og hildu vakt. Uppi yvir høvdi hansara høvdu teir sett eitt skelti við ákæruni ímóti honum: „Jesus, kongur jødanna.“
Teir krossfestu eisini tveir ránsmenn, annan høgrumegin og hin vinstrumegin Jesus. Tey, ið gingu framvið, ristu við høvdinum. „Var tað ikki tú, sum kundi bróta templið niður og eftir trimum døgum byggja tað upp aftur?“ spurdu tey spottandi. „Ert tú Guds sonur, so stíg niður av krossinum og bjarga tær.“ Eisini komu høvuðsprestarnir og háðaðu hann saman við teimum jødisku leiðarunum: „Øðrum hevur hann bjargað, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa. Er hann kongur jødanna, so má hann koma niður av krossinum, so vit kunnu trúgva á hann. Hann lítur á Gud, lat so Gud bjarga honum, um hann vil. Hann sigur seg vera Guds son.“
Ránsmenninir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann eisini fyri spott.
Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær
Um middagsleitið kom myrkur um alt landið, og myrkt var í fleiri tímar. Um trý tíðina rópti Jesus við harðari rødd: „Eli, eli, lema sabaktani?“ Tað er: „Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?“ Nakrir av teimum, ið stóðu tætt við, misskiltu hetta og søgdu: „Hann rópar eftir Elia.“
Við tað sama leyp ein av teimum til og tók ein svamp og fylti hann við súrum víni og rætti Jesusi hann við einum stavi, so hann kundi drekka. „Bíða,“ søgdu hinir, „lat okkum síggja, um Elia kemur at bjarga honum.“ Jesus rópti eina ferð aftrat og gav upp andan.
Í somu stund skrædnaði forhangið í templinum eftir miðjuni frá í erva og niður í neðra, jørðin skalv, og klettar klovnaðu. Gravirnar opnaðust, og líkini av teimum, sum høvdu trúð á Gud, vaknaðu. Og eftir at Jesus var risin upp frá deyða, komu tey út úr grøvunum og gingu inn í Jerusalem og vóru sædd av mongum.
Høvuðsmaðurin og hermenn hansara, sum hildu vakt yvir Jesusi, vóru ógvuliga ræddir av jarðskjálvtanum og øllum øðrum, teir sóu. „Hann var sanniliga Guds sonur!“ søgdu teir.
Har stóðu mangar kvinnur burturfrá og sóu tað, sum hendi. Tær høvdu fylgt Jesusi líka frá Galilea og tænt honum allan vegin. Teirra millum vóru Maria Magdalena, Maria, mamma Jákups og Jósefs, og hon, sum var mamma Jákups og Jóannesar.
Langi fríggjadagur
Matt. 27,31-56
Nýggi Sáttmálin
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen