Hví nýtist okkum Bíbliuna?.
Demosthenes segði einaferð: "Tað, sum vit hava í okkum av Guds mynd, er kærleikin til sannleikan og rættvísina." Gjøgnum øldir hava menniskju verið ótroyttilig í síni leitan eftir sannleikanum. Tú og eg vilja finna tann guddómliga sannleikan; men hvar finna vit hann? Um vit skulu finna sannleikan, mugu vit fyrst finna Hann, sum er sannleikans kelda. Bara hann talar við avgjørdum myndugleika, og tann bókin, sum hevur hansara tankar í sær, er sannleikans bók.
Eg trúgvi, at hin Heilaga Bíblian er henda bókin (Jóh. 17,17), tí hon er merkt av guddómligum myndugleika. Eg trúgvi, at henda bókin vil leiða øll, sum vilja verða leidd til sannleikans Gud. Gud gevur hvørjum einasta menniskja hesa áheitan: "Komið, latum okkum fara fyri rættin, sigur Harrin." Jes. 1,18. (Í ensku umsetingini stendur: Komið, latið okkum tala saman" ella "latið okkum skifta orð um sakina.")
Hví er neyðugt hjá menniskjanum at hava eina bók, so at Gud kann tala við tað? Profeturin Jesaja svarar: "Nei, tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guds tykkara; syndir tykkara hava hult andlit hans fyri tykkum, so at hann ikki hoyrir." Jes. 59,2.
Í fyrstuni talaði Gud andlit til andlits við eitt fullkomið menniskjað. So skilti syndin menniskjað frá Gudi, skapara sínum, og tey kundu ikki tala saman andlit til andlits. Men Gud elskaði menniskjað, so hann vildi finna ein máta at endurskapað tað beinleiðis sambandið. Tá ið hetta sambandið varð avkvett, vildi ein kærleiksfullur Gud ikki loyva, at ein skapningur, sum hann elskaði, varð æviga glataður. Hann ætlaði sær at endurvinna trúnna og trúfestið hjá hesum skapningi. Ljóðar tað ikki ógvuliga sannlíkt, at Gud vildi brúka eina guddómliga innblásta bók sum eitt av amboðum sínum? Tað hevði ikki havt stórt virði, tað, sum menniskjað skrivaði um Gud; men tað hevði allarstørstan týdning, hvat ið Gud skrivaði til menniskjað.
Hví bara eina guddómliga bók?
Hví hevur Gud givið menniskjum bara eina bók við guddómligari opinbering? Hevði tað ikki verið rímiligt, at hann hevði givið mannaættini fleiri bøkur, so fólk í Afrika, Asia, Avstralia, Evropa, Amerika og á oyggjunum í høvunum høvdu fingið hvør sína? Tú heldur kanska, at tørvur var á einum stórum úrvali av heilagum bókum, tá ið tað eru so mangar tjóðir, ættir og fólkasløg til?
Í fyrstu atløgu ljóðar tað ógvuliga skilagott; men latið okkum hyggja nærri at hesum. Hin elskaði læknin Lukas, sum er ein av rithøvundunum í Nýggja Testamenti, skrivaði undir Heilaga Andans íblástri: "Hann (Gud) hevur latið øll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra." Áps. 17, 26. Hann sigur við hesum, at menniskju sum heild eru líka allastaðni.
Í meir enn 30 ár havi eg havt samband við fólk frá ymiskum mentanum og við ymiskari útbúgving. Eg havi havt mína gongd millum menniskju úr framkomnum londum og verið í sambandi við teir óskúlaðu pygmearnar úr Ituriskógunum í norðara parti av Kongo. Millum øll fólk eru góð og ónd menniskju, skúlað og óskúlað, vitug og minni vitug, rík og fátæk, gudrøkin og syndarar.
Lívfrøðisliga líkjast fólkasløgini í teimum ymisku londunum eisini hvørt øðrum. Tey skulu øll hava mat, vatn, sólarljós, hvílu og arbeiði fyri at halda seg reystan og vera væl fyri.
Siðalagsliga og andaliga hava fólk út um alla jørðina sama tørv: "Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein, ... tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður." Róm. 3,10.23.
Øll hava tørv á at verða sett í frælsi og loyst frá skuld og syndarinnar trælahaldi. Øllum tørvar at koma aftur í ta støðuna, sum menniskjað fekk tillutað, tá ið tað kom úr Skaparans hond. Ein einasta ætlan - frelsisætlanin - gongur menniskjans tørvi á møti til allar tíðir og í øllum londum. Bara ein bók - Bíblian við guddómligum íblástri - kann opinbera hesa vælsignaðu ætlan. Hon opinberar ein Frelsara, sum kann alt. Og hesa bók kann hvørt menniskja ogna sær í dag.
Effie Campbell umsetti.
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen