Sannleikin skal fría tykkum.
Jesus segði tí: «Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað. Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.»
Jesus talar um frælsi av sonnum og syndatrældóm Jødanna
Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann. Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: «Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.»
Teir svaraðu honum: «Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nøkrum. Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?»
Jesus svaraði teimum: "Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvør tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini. Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir. Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir."
Jóh. 8,28-36
4. s. e, páskir
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen