Búmerkið hjá felagnum
Lurta
27. apr. 2024

Tøkk til Jóngerð og Gunnar.

1. januar legði Jóngerð Mikkelsen frá sær sum forlagsleiðari í Bíbliufelagnum. Og 1. apríl segði Gunnar Nattestad seg úr starvi sum aðalskrivari. Hetta er stórur missur fyri Bíbliufelagið. Tey hava bæði gjørt eitt stórt og týðandi arbeiði fyri felagið í ávikavist 4 og 7 1/2 ár.

Jóngerð hevur tikið sær av bókaútgávum, serliga barnabíblium, og Gunnar hevur leitt og umsitið dagliga arbeiðið hjá Bíbliufelagnum í Føroyum og sambondum okkara við útheimin. Føroyska Bíblilufelagið arbeiðir saman við bíbliufeløgunum í Norðurlondum og Altjóða Bíbliufeløgunum, har bíbliuarbeiðið í Ukraina hevur verið týðandi partur. Jóngerð og Gunnar hava arbeitt nógv við nýggju bíbliuútgávuni og endurskoðanini av Nýggja Sáttmálanum. Árliga bíbliulesiætlanin hjá Bíbliufelagnum hava tey eisini tikið sær av.

Føroyska Bíbliufelagið takkar Jóngerð og Gunnar fyri gott og trúfast arbeiði og ynskja vit teimum Guds frið og ríku signing framyvir.

Jóngerð og Gunnar eru framvegis tengd at endurskoðanini av Nýggja Sáttmálanum.

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,

Bergur D. Joensen,
formaður


Á fráfaringarløtu í Bispagarðinum 11. apríl handaði Bergur D. Joensen teimum málning eftir Finleif Mortensen.