Búmerkið hjá felagnum
Lurta
04. mai 2024

Jesus biður fyri lærusveinunum.

Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: «Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg; eins og tú hevur givið honum vald á øllum holdi, til tess at hann kann geva øllum teimum, sum tú hevur givið honum, ævigt lív.

Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist. Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera; og ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til.

Jesus biður fyri lærusveinunum

Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum; teir vóru tínir, og tú gavst mær teir, og teir hava varðveitt orð títt. Nú vita teir, at alt, sum tú hevur givið mær, er frá tær; tí at orðini, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg.

Eg biði fyri teimum; ikki fyri heiminum biði eg, men fyri teimum, sum tú gavst mær, tí at teir eru tínir; og alt mítt er títt, og títt er mítt, og eg eri vorðin dýrmettur í teimum. Og eg eri ikki longur í heiminum, men teir eru í heiminum, og eg komi til tín. Heilagi faðir, varðveit teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, til tess at teir mega vera eitt eins og vit.

Jóh. 17,1-11
5. s. e. páskir

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen