Búmerkið hjá felagnum
Lurta
11. mai 2024

Jesus biður fyri øllum trúgvandi.

Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg.

Og dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt, eg í teimum og tú í mær, til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg, og at tú hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg.

Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær, har sum eg eri, til tess at teir mega skoða dýrd mína, sum tú hevur givið mær; tí at tú hevur elskað meg, áðrenn heimurin var grundaður.

Rættvísi faðir, og heimurin hevur ikki kent teg; men eg havi kent teg, og hesir hava sannað, at tú hevur sent meg. Og eg havi kunngjørt teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum.»

Jóh. 17,20-26
6. s. e. páskir

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen