Jesus talar um komu heilaga andans.
Elska tit meg, tá haldið boð míni! Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum.
Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva.
Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum. Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum.
Jóh. 14,15-21
Hvítusunnudagur
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen