Búmerkið hjá felagnum
Lurta
20. mai 2024

Ársins herðaklapp til Sólfríð Mariu í Rók og Spírar.

Í sambandi við aðalfundin hjá Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (KLH), sum var í Vesturkirkjuni 9. mai 2024, handaði formaðurin fyri KLH, Sonni Jacobsen, Sólfríð Mariu í Rók ársins herðaklapp. (myndin)

Sólfríð gerð eitt stórt arbeiði við digitalum sunnudagsskúla, sum kallast Spírar. Limir felagsins kundu atkvøða um uppskot til herðaklappið á FB-síðuni hjá felagnum, gjøgnum Messenger og við telduposti. Tað var eingin ivi um, at Sólfríð fekk væl flestar atkvøður.

Formaðurin kunngjørdi vinnaran á fundinum og segði m.a. "Sólfríð hevur gjørt og ger eitt megnar arbeiði við digitalum sunnudagsskúla, sum kallast Spírar. Her liggur nógv orka, hugskot og arbeiði, sum Sólfríð stendur aftanfyri og ger stóran part av sjálv. Hetta er ein so góður og inspirerandi sunnudagsskúli, sum øll børn í landinum og uttanlands hava møguleika at síggja og hoyra. Fantastiskt arbeiði. Hon hevur veruliga uppiborið ársins herðaklapp."

Eisini handaði formaðurin Sólfríð ein gávupakka og eitt vakurt blómutyssi.

Til seinast á fundinum greiddi Sólfríð frá um arbeiði hon gerð við Spírum og um framtíðarætlanir.

Myndirnar hevur Harald Petersen tikið.

Vilt tú investera í Spírum?

Í samband við at Sólfríð Maria fekk ársins herðaklapp frá Kristiligt lurtara og hyggjarafelag fyri arbeiði í Spírum, er tíðin komin at vísa okkurt av tí, sum hon (saman við yvir 50 sjálvbodnum) situr og arbeiðir við.

Støðan: Okkum tørvar størri fíggjarligar stuðlar!

Tað hevur gingið heldur striltið síðstu mánaðirnar við Spírum 2, tí at tað hevur verið serliga nógv umsiting, umsóknir, framløgur o.l. á skránni.

Í heyst løgdu vit Hugsjón 2035 út, sum eru okkara ætlanir, um at hava sjey røðir úti í 2035 við yvir 1600 innsløgum. Men skal hetta eydnast, so má stuðul til, og meira støðugur stuðul. Tí sum nú er, fer alt ov langt tíð at tosa UM Spírar, heldur enn at gera Spírar.

Vit hava evnini, viljan og umstøðurnar at gera tilfarið. Hevði hetta verið ein sjónvarps verkætlan, hevði hetta kostað fleiri fleiri milliónir árliga. Men við so nógvum sjálvbodnum, so er talan einans um 1,5 árliga. Vit tosa um fleiri hundraðtals uppbyggjandi og glað innsløg til føroysku børnini! 

Vilt tú stuðla Spírum, og virka til at arbeiðið kann halda ótarnað fram og geva yvir 1600 innsløg út?

Konto: 6460 - 569.499.1

Tit sum longu stuðlað: Túsund takk fyri! Við tykkara hjálp eru vit komin so langt, sum vit eru komin! Takk!

Heimasíðan spirar.fo verður dagførd í ár, og ein telefon app er eisini ávegis. Tá verður munandi betri at finna, spæla og brúka tilfarið.

Spírar í “Góðan morgun Føroyar”. Hoyr samrøðuna her: https://kvf.fo/node/175527 

Nevnast kann, at Spírar er partur av Føroyska Bíbliufelagnum.

Lagt til rættis hevur Ásbjørn Jacobsen