Búmerkið hjá felagnum
Lurta
25. mai 2024

Skilnaður og dópsboð.

Men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu.

Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann; men summir ivaðust. Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði:

«Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum.

Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.»

Matt. 28,16-20
Trinitatis sunnudagur

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen