Búmerkið hjá felagnum
Lurta
01. jun. 2024

Hin ríki bóndin.

Men nakar úr mannfjøldini segði við hann: «Meistari, sig við bróður mín at skifta arvin við meg!» vMen hann segði við hann: «Maður, hvør hevur sett meg til dómara ella skiftingarmann tykkara millum?» Og hann segði við tey: «Ansið eftir og varið tykkum fyri øllum gírni, tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur.»

Men hann segði teimum eitt líknilsi: «Eina ferð var ein ríkur maður, og jørðin hjá honum hevði fruktað ógvuliga væl. Og hann hugsaði við sær sjálvum og helt fyri: «Hvat skal eg gera? Tí at eg havi ikki húsarúmd, so at eg fái beint fyri grøði míni.» Og hann segði: «Hetta vil eg gera; eg vil bróta niður løður mínar og byggja aðrar størri, og har skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt.» Og eg vil siga við sál mína: «Sál, nú hevur tú mikið góðs og fæ niður fyri til mong ár; hvíl teg nú, et og drekk og ver glað!»

Men Gud segði við hann: «Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?» Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Gudi.»

Luk. 12,13-21
1. s. e. trinitatis

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen