Tað kostar at vera lærusveinur.
Men stórir skarar fylgdu í ferðini við honum, og hann vendi sær við og segði við tey: «Um onkur kemur til mín og ikki hatar faðir sín og móður og konu og børn og brøður og systrar, ja, sína egnu sál við, kann hann ikki vera lærusveinur mín.
Tann, sum ikki ber kross sín og fylgir mær eftir, kann ikki vera lærusveinur mín. vTí at hvør tykkara, sum ætlar at byggja eitt torn, setist ikki fyrst niður og roknar kostnaðin, um hann hevur nóg mikið at gera tað liðugt fyri; til tess at tað ikki skal verða, tá ið hann hevur lagt grundina og ikki er mentur at fullføra verkið, at øll, sum síggja tað, skulu fara at spotta hann og siga: «Hesin maðurin setti á at byggja og var ikki mentur at fullenda.»
Ella hvør kongur fer út í bardagar at stríðast móti øðrum kongi og situr ikki fyrst og leggur ráð, um hann er førur fyri við tíggju túsund at møta tí, sum kemur móti honum við tjúgu túsund? Og er hann tað ikki, tá sendir hann, meðan hin enn er langt burtur, sendiboð avstað at spyrja um friðartreytirnar.
Somuleiðis kann heldur eingin tykkara, sum ikki avsigur alt tað, ið hann eigur, vera lærusveinur mín. Saltið er víst gott; men verður saltið sjálvt dovið, av hvørjum skal tað tá fáa kraft aftur? Tað dugir hvørki til mold ella tøð; tey blaka tað út.
Ein og hvør, sum oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!»
Luk. 14,25-35
2. s. e. trinitatis
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen