5 spurningar um Bíbliuna til Hrayr Jebejian.
Hrayr er aðalskrivari í Bíbliufelagnum fyri Golflondini (Saudi Arabien, Qatar, Yemen, Bahrain, Dubai, Sameindu Arabisku Emiratini, Kuwait og Oman). Hann hevur virkað í Bíbliufelagnum í meira enn 43 ár. Hrayr er bachelor í búskapi, kandiatur í landbúnaði, er doktari í teologi (bíbilskum virkni) og hevur skrivað fleiri bøkur.
1. Hvat er títt yndisskriftstað í Bíbliuni?
Tað er ikki so, at eg longu havi náað tí ella longu eri fullkomin, men eg strembi eftir tí, um eg skuldi kunnað gripið tað, við tað, at eg eisini eri gripin av Kristi Jesusi. Brøður, eg haldi ikki meg sjálvan enn hava gripið tað, men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Gud hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi. Latum okkum tí, so mangir sum fullkomnir eru,hava hetta huglyndi! Og um tit í einumhvørjum hugsa øðrvísi, tá skal Gud eisini opinbera tykkum hetta. Fil 3,12-15
2. Hví heldur tú, at vit skulu lesa Bíbliuna?
Bíblian er vónarinnar bók. Henda vón byrjaði í Gamla testamenti og gjørdist veruleiki í Nýggja testamenti, tá Gud sendir son sín í heimin og bjóðar mannaættini nýtt lív. Vit fáa vón her í lívinum, men eisini vón um ævinleikan. Í so máta er tað týdningarmikið, at vit lesa Bíbliuna, so hon kann hjálpa okkum at veksa í vónini um Jesus.
3. Hvussu broytir Bíblian lívið í Golflondunum?
Meginparturin av fólkinum, sum býr í Golflondunum, er gestaarbeiðarar. Lívið er sera øðrvísi í einum slíkum samanhangi. At vera burtur heimanífrá, og frá tínum kæru, er trupult. Harafturat hava gestaarbeiðararnir nógvar avbjóðingar, meðan teir búgva og arbeiða í Golflondunum. Teir hava vánalig kor og verða ofta fangaðir av vánaligum setanaravtalum, har teir í heilum, noyðast at arbeiða, fyri at forsyrgja familjuni heima. Bíblian, vónarinnar bók, hjálpir teimum at vinna á trupulleikunum í dagligdegnum við Golfin.
4. Hvussu hevur tú brúkt Bíbliuna í arbeiðinum við Bíbliufelagnum?
Eg eri føddur inn í eina kristna familju og havi arbeitt við Bíbliufelagnum í meira enn 43 ár nú. Eg havi tosað søkina hjá hesum menniskjum, fyri at fordjúpa meg í Guds orði. Míni fólk, og eg, syrgdu fyri, at Bíblian, á ymsu málunum, gjørdist atkomulig hjá teimum í ymisku londunum, sum vit arbeiða í. Vit royndu at gera okkara besta fyri at tryggja fólki atgongd til Bíbliuna á tí máli, sum tey skilja og til ein prís tey kunnu gjalda.
5. Hvat er søgufrásøgn, og hvussu verður Bíblian livandi ígjøgnum frásagnir?
Um vit hyggja at lívinum hjá Jesusi og hansara tænastu í hesum heimi, síggja vit, at hann prædikaði næstan ongantíð. Fyri tað mesta brúkti hann søgur. So søgur hava verið eitt sera hent amboð hjá Jesusi. Út frá okkara royndum er tað at siga søgur avgerandi, tí boðskapurn verður gjørdur livandi ígjøgnum søgurnar. Vit hava brúkt henda bíbliska mátan í Golfinum í meira enn 10 ár nú. Tað hjálpir menniskjum at seta seg sjálvi í støðurnar, og boðskapurin í Bíbliuni kann gerast nærverandi í teirra lívi.
Bíbliulesiætlanin 2023-2024
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen