Hin burturfarni sonurin.
Og hann segði: «Ein maður átti tveir synir. Og hin yngri teirra segði við faðirin: «Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast. Og hann býtti góðsið millum teirra. Og ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt saman og fór burtur í eitt fjarlagið land, og har oyddi hann burtur ogn sína í einum óryggiligum levnaði.
Men tá ið hann hevði forkomið øllum burtur, kom hørð hungursneyð um hetta sama land, og hann fór at líða neyð. Og hann fór til ein bónda har í landinum og helt seg aftrat honum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum. Og hann vildi fegin fylla búk sín av tí dravi, sum svínini ótu; men eingin gav honum nakað.
Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: «Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í hungri! Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?» » Og hann reistist og tók at ganga til faðirs síns.
Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann. Men sonurin segði við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.» Men faðirin segði við húskallar sínar: «Farið eftir teimum bestu klæðunum og latið hann í tey, og setið ring á fingurin á honum og gevið honum skógvar upp á føturnar; og farið eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latum okkum eta og vera glaðar! Tí at hesin sonur mín var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur.»
Og teir tóku at halda sær á gaman. Men hin eldri sonur hansara var úti á markini; og tá ið hann kom heim og nærkaðist húsunum, hoyrdi hann spæl og dans. Og hann rópaði ein av húskøllunum til sín og spurdi hann, hvat hetta hevði at týða. Men hann segði við hann: «Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, av tí at hann hevur fingið hann heilan aftur.» Tá varð hann illur og vildi ikki fara inn.
Faðir hansara fór tá út og bað hann. Men hann svaraði og segði við faðirin: «Sí, í so mong ár havi eg nú tænt tær, og havi aldri gjørt ímóti boðum tínum; og mær hevur tú aldri givið so frægt sum eitt smálamb, so at eg kundi fáa mær ein stuttleika saman við vinum mínum! Men tá ið hasin sonur tín er heim aftur komin, sum hevur oytt burtur ognir tínar við skøkjum, nú drepur tú gøðingarkálvin til hansara!»
Men hann segði við hann: «Sonur mín, tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt; men nú áttu vit at hildið okkum at gamni og at verið glaðir, tí at hesin bróðir tín var deyður og er livnaður aftur, var farin og er fingin aftur.»
Luk. 15,11-32
3. s. e. trinitatis
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen