Búmerkið hjá felagnum
Lurta
22. jun. 2024

Boð um at elska fíggindar sínar.

Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.» Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, til tess at tit mega verða børn faðirs tykkara, ið er í himlunum; tí at hann letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís.

Tí um tit elska tey, ið tykkum elska, hvørja løn eiga tit fyri tað? Gera ikki eisini tollarar tað sama?

Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við?

Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.

Matt. 5,43-48
4. s. e. trinitatis

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen