Búmerkið hjá felagnum
Lurta
29. jun. 2024

Kristusjáttan Pæturs.

Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: «Hvønn siga menn menniskjusonin vera?»

Men teir søgdu: «Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.» Hann sigur við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá mælti Símun Pætur og segði: «Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.»

Men Jesus svaraði og segði við hann: «Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum. Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli.»

Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus.

Jesus talar á fyrsta sinni um líðing sína

Frá teirri stund tók Jesus at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum og segði: «Náði teg Gud, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!»

Men hann vendi sær á og segði við Pætur: «Vík aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guds søkum, men eftir mannasøkum.»

Jesus talar um at fylgja sær

Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: «Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað.

Matt. 16,13-25
5. s. e. tríeindardag

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen