Búmerkið hjá felagnum
Lurta
03. jul. 2024

Finn tína bøn í Bíbliuni.

Káin gjørdi tað. Dávid kongur gjørdi tað. Sjálvt Jesus gjørdi tað. Tað vil siga, teir bóðu til Gud. Bíblian er full av bønum, um sorg og gleði.

Bíblian er full av bønum, frá Harrans bøn, sum samstundis er einføld og djúptøkin, til pínufullu áheitanirnar í Getsemane urtagarðinum, har Jesus biður Gud um at sleppa undan langafríggjadag.

Bíbliunnar egnu bønarbók

Og so er tað Bíbliunnar egna bønarbók, nevniliga Sálmabókin. Her eru nógvir av sálmunum orðaðir sum bønir til Gud. Bæði beinlieðis klaguróp til ein Gud, sum ikki sæst ella hoyrist, og takkarbønir, sum lovprísa Gudi fyri bønarsvar. Hermenn, doyggjandi, nýggjar mammur og fólk, sum hava fingið lívið aftur. Enn í dag finna vit orð í Sálmabókini, soleiðis at bæði angist og gleði kunnu sameinast.

Jú, í roynd og veru var tað eisini her, at Jesus fann bønina, eftirsum líðingin langafríggjadag hóast alt var veruleiki: „Gud mín, Gud mín! Hví ert tú farin frá mær?” (Sl. 22,2 og Mark. 15,34)

Bøn er samtala við Gud

Fyrrverandi biskupur Steen Skovsgaard, hevur skrivað lítlu bókina Bøn, ein inngangur til bønarins alheim. Og hann ivast ikki í, hvat hendir í bønini:

"Tá ið vit biðja, fara vit inn í eina samrøðu við Gud, og akkurát sum í sambandinum millum menniskju, kenna tit hvønn annan við at vera saman og við at tosa saman." Bøn er ein máti at vera saman við Gudi.”

Sjálvt tá bønin er eitt neyðaróp ella eitt hjartasuff, er tað framvegis ein samrøða við Gud. Bíblian gevur orðini. Ikki minst í kendastu bønini av teimum øllum, Faðir vár:

Faðir vár, Tú, sum ert í Himli.
Heilagt verði navn Títt.
Komi ríki Títt.
Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørð.
Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.
Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.
Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir.
Amen. (Matt. 6,9-13)

Bíbliunnar egnu bønarbók

Í Sálmabókini kanst tú m.a. finna bønir sum hesa:

"Hoyr meg í bræði, Harri, andi mín maktast! Fjal ei fyri mær andlit títt, so eg teimum verði líkur, ið eru farnir til gravar! Lat meg árla hoyra miskunn tína, tí at eg troysti á teg! Ger mær kunnan tann veg, eg skal ganga, tí til tín eg sál mína hevji! Bjarga mær, Harri, frá fíggindum mínum, eftir tær eg bíði! Kenn mær at gera vilja tín, tí at Guð mín tú ert; tín góði andi skal meg leiða um slættar breytir." (Sl. 143,7-10.)

Kelda: Danska Bíbliufelagið

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen