Hin ríki unglingin.
Og sí, har kom fram ein maður til hansara og segði: «Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?»
Men hann segði við hann: «Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.»
Hann sigur við hann: «Hvørji?» Men Jesus segði: «Hetta: tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; æra faðir tín og móður tína, og: tú skalt elska næsta tín eins og sjálvan teg.»
Unglingin sigur við hann: «Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?» Jesus segði við hann: «Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!»
Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. Men Jesus segði við lærusveinar sínar: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tað fer at verða torført hjá einum ríkum at koma inn í himmiríkið. Ja, eg sigi uppaftur við tykkum: Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.»
Tá ið lærusveinarnir hetta hoyrdu, vórðu teir ógvuliga óttafullir og søgdu: «Hvør kann tá verða frelstur?»
Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: «Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Gudi er alt gjørligt.»
Matt. 19, 16-26
6. s. e. tríeindardag
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen