Búmerkið hjá felagnum
Lurta
10. jul. 2024

Hvussu nógvar bíbliur vórðu býttar út í heiminum í 2023?.

155 bíbliufeløg eru limir í Sameindu Bíbliufeløgunum, og nú eru tey liðug at telja, hvussu nógvar Bíbliur, Nýggja Testamenti og Bíbliupartar vórðu býttar út í 2023!

Svarið er 152 milliónir bøkur! Flestu bíbliurnar vórðu býttar út í Brasil (3,21 milliónir), síðani India (2,61 milliónir), Kina (1,96 milliónir) og Nigeria (1,39 milliónir). Talgilda útbreiðslan er tíverri trupul at telja, og er tí ikki við í hesum tølum.

Í 10 ára tíðarskeiðnum 2014-2023 vórðu 3 milliardir bíbliur, Nýggja Testamenti og bíbliupartar býttar út tilsamans. Útbreiðslan hendir hóast kríggj, náttúruvanlukkur, hækkaðar pappírsprísir, inflatión og avmarkingar hjá stjórnini í nógvum londum. Men, einki av hesum hevði verið møguligt uttan gávur frá stuðlum sum tykkum! Takkað verið tínum, og øðrum gevarum, finnur Guds orð veg til tey, sum søkja vón, troyst og kærleika í hansara orði.

Nú heldur tú kanska, at tað ikki er neyðugt við fleiri bíblium í heiminum? Tvørturímóti! Hugurin at fáa sína egnu Bíbliu ella Nýggja Testamenti er størri enn nakrantíð! Orsøkin er, at truplari lívið er, størri er ynskið um troyst, vón og kærleika í Guds orði!

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini Altjóða Bíbliufelagnum og Bíbliufelagnum í Ukraina.

Trýst her um tygum ynskja at stuðla.

Takk fyri stuðul við gávum og forbøn.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen