Meira verdir enn mangir spurvar.
Ikki er ein lærusveinur yvir meistaranum, ei heldur er ein húskallur yvir húsbónda sínum. Tað er lærusveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og húskallinum, at hann verður sum húsbóndi hansara. Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara.
Óttist ikki
Óttist tí ikki fyri teimum; tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma í ljósmála, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum.
Og óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti.
Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara. Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld.
Óttist tí ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar.
Matt. 10,24-31
7. s. e. tríeindardag
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen