Búmerkið hjá felagnum
Lurta
18. jul. 2024

Stutt tíðindi um Iran og kristnu stórvekingarnar har!.

Tey kristnu í Iran hava brúk fyri Nýggja Testamenti fyri at vaksa í trúnni!

Hóast stórar atsóknir og jagstran av teimum kristnu, so fyllast kirkjurnar. Vegna forfylgingar, er Iran eitt av teimum fáu londunum, har lokala bíbliufelagið má virka uttanífrá. Hetta hevur á undurfullan hátt víst seg havt fleiri fyrimunir, tí allastaðni finnast iranar, ið vilja ogna sær eina bíbliu. Okkara kristniboðan, er at veita teimum Guds orð, uttan mun til húðarlit.

Herfyri hoyrdu vit um eina 92-ára gamla iranska konu, ið varð vorðin kristin í einum øðrum landi og sum var komin aftur til heimland sítt, Iran. Hon ferðast vanliga í bussi. Hon sessast í bussinum; tekur eitt Nýggja Testamenti í hondina og fer at lesa. Av tí at hon hevur ilt við at lesa teir smærru bókstavirnar, bønar og biður hon tí fólkinum, ið situr henni við lið um at lesa týðiliga og hart fyri sær. Afturfyri fær tann, ið lesur, eitt Nýggja Testamenti til ognar frá konuni.

Á henda hátt veksur talið av kristnum í Iran. Tann, ið trýr á Bíbliunnar mátt, deilir orðið saman við hinum.

Hvussu høgt talið av kristnum er í Iran, vita vit ikki, men góðar keldur siga, at mong túsund leggjast aftrat hvønn mánað - og at hetta hendir í landi, har kristna trúgvin er bannað, og har fólk tí verða forfylgd og fongslað vegna sína trúgv. Hesi hava øll Nýggja Testamenti at stuðla seg at til tess at vaksa í trúnni.

Kelda: Danska Bíbliufelagið/Johannes Baun
H.D. Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen