Hini tvey húsini.
Mangir munnu siga við meg á hinum degi: «Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?»
Og tá skal eg siga teimum beint út: «Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.»
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni.
Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.»
Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesar talur sínar, tá stóð mannamúgvan rættiliga bilsin av læru hansara; tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra.
Matt. 7,22-29
8. s. e. tríeindardag
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen