Danir fáa nýggja bíbliutýðing.
Danmark skal hava eina nýggja, autoriseraða bíbliutýðing í 2036. Tann 31. mai í ár byrjaði arbeiðið av álvara við einum stórum skipaðum kunningarfundi í Vartov í Keypmannahavn.
Í 2036 eru 500 ár síðani trúbótina í Danmark og harvið rørslan, sum hevur givið okkum Bíbliuna á donskum. Tí er tað sjálvsagt ársdagshátíðarhald at geva Bíbliuna út í nýggjari týðing.
Bíbliutýðing tekur tíð, og hon skal gerast á rættan hátt. Hetta er bæði galdandi fyri drúgva planlegging, samanseting av týðarabólkum, sjálvt týðararbeiðið, útgávu av royndartýðingum, almenn kjak – og mangt, mangt annað.
Í 2022-23 vísti Bíbliufelagið á, at tørvur var á nýggjari, autoriseraðari bíbliutýðing, og í desember 2023 fór ábyrgdarritstjórin undir uppgávuna. Síðani hevur verið arbeitt við at orða meginreglurnar fyri týðingararbeiðið, at seta saman ritstjórnarbólkar til Gamla og Nýggja Testamenti og at finna týðingartoymi til tær fyrstu týðingarnar. Øll tey, sum vóru við, vóru løgd fram á einum kunningarfundi 31. mai í ár, har prinsippritgerðin fyri týðingina eisini varð givin út:
"Komandi bíbliutýðingin verður skapt á spenningarøkinum millum keldutekst, danskt mál, siðvenju og umseting." Tað er eitt sindur sum at hoppa á trampolin: skalt tú hoppa høgt, mást tú hoppa í miðjuna. Vit vilja tí áhaldandi javnseta tey fýra atlitini, tey fýra hornini, í arbeiðinum," greiðir aðalskrivarin í Bíbliufelagnum Johannes Baun frá.
Royndartýðingar ávegis
Fyrstu týðingartoymini eru nú farin undir arbeiðið, og Bíbliufelagið væntar at kunna leggja fram fýra royndartýðingar í sambandi við Himmaldagar í mai 2025. Teir fyrstu tekstirnir, sum verða týddir, eru Fyrsta Mósebók, Hásongurin, Evangeliið eftir Markus og bræv Paulusar til Filippimanna.
Síðani heldur stóra arbeiðið við týðingum, samráðingum og luttøku av tí almenna fram til Bíblian kemur út á fleiri pallum í 2036.
- Vit eru fegin um at endaliga hava lagt fram sterka toymið av gudfrøðingum, týðarum, rithøvundum og øðrum fakfólki, sum skulu seta stóru verkætlanina í gongd, sigur Johannes Baun. "Og vit gleða okkum at kunna geva út eina bíbliutýðing um 12 ár, sum eins og undanfarnu bíbliurnar, fer at vara í fýra ella fimm áratíggju."
Kelda: Danska Bíbliufelagið
Myndin er frá kunnandi fundinum í Vartov. Mynd: Carsten Lundager.
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen