Loftálop á Beirut.
Tíbetur, var øll SAT-7 manningin stødd í útvarp- og sjónvarpstovunum í Beirut í Libanon, men tó ikki stórvegis ávirkað av tí, ið hendi, týsdagin, 30. juli. Øll manningin sigur seg hava tað gott. Framleiðslan gongur sína regluliga gongd.
Kannað og lurtað verður dúgliga eftir tí, miðlarnir siga. Tilbúgvingin er alla tíðina í hæddini um ódámligar hendingar fara at spyrjast. Fleiri kenna seg tó óttafull av støðuni.
Arábisku útvarps- og sjónvarpsendingarnar, SAT-7 (Different Angle), ið vórðu sendar, tá álopið rámaði Beirut, steðgaði í stundini og øll manningin kallað saman til bønahald at biðja fyri íkomnu støðuni.
Haldið á at biðja, góðu tit! Biðið fyri SAT-7 toymunum og øðrum í Libanon, helst fyri børnunum, ið eru bangin og óttafull.
Sí sjónband frá beinleiðis upptøku tá ið loftálopið hendi:
H.D. Joensen
Føroyska Bíbliufelagið hevur í fleiri ár stuðlað kristiligu sjónvarpsrásini SAT-7.
Vælkomin at stuðla. Flyt gávu á konto okkara og viðmerk: SAT-7.
Føroya Banki 6460-382.873.7
Betri Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen