5 spurningar um Bíbliuna til Victoriu Raychynets.
Victoria Rayshynets og maðurin Anatoley Rayshynets arbeiða hjá tí Ukrainska Bíbliufelagnum. Síðan kríggið byrjaði 24. februar í 2022, hava tey saman við starvsfeløgum og nógvum sjálvbodnum arbeitt hart fyri at birta vón og góð framtíðarútlit mitt í ræðuleikunum frá krígnum. Túsundavís av Bíblium eru býttar út, og eitt stórt arbeiði við traumaviðgerð er sett í gongd. Meira enn 1.200 traumaviðgerar eru útbúnir at hjálpa kreppuraktum ukrainum.
Eftir at hava staðið andlit til andlits við traumatiseraðar hermenn og børn, er tað vorðið greitt fyri Victoriu, at tað týdningarmesta uppbyggjandi arbeiðið gongur fyri seg inni í menniskjanum – inni í hjartanum har vónin býr.
1. Hvønn týdning hevur Bíblian fyri teg?
Í mínum arbeiði við at býta Bíbliur út til ukrainar, biði eg ofta tey, sum ongantíð hava lisið í Bíbliuni, byrja við at lesa Jóhannes evangeliið, sum er lætt og einfalt at skilja. Guds kærleiki er kjarnin hjá Jóhannesi, samtíðis, sum Jesus verður lýstur, sum tann sum yvirnatúrliga kemur inn í okkara dagligu avbjóðingar á ein natúrligan hátt. Tað er akkurát tað, Ukrainar hava brúk fyri at hoyra beint nú.
2. Nær lesur tú í Bíbliuni?
Eg lesi Bíbliuna í frítíðini. Mær dámar væl at lesa við einum blýanti fyri at undirstrika tað, sum hevur týdning fyri meg.
3. Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?
Mín yndispersónur í Bíbliuni er Elia. Tá ið vit lesa um Elia frá 1. Kong 17 til 2. Kong 2, so verða vit ofta hugtikin av teimum undrunum, sum hann gjørdi, og tí ávirkan hann hevði á sína samtíð. Men fyri mær er tað meira áhugavert at síggja, hvussu Gud førdi hann ígjøgnum eina langa lívsferð sum fyrireiking til tað lívsverk, hann skuldi gera. Tað, sum hendir frammanundan; tað sum vit ikki fáa eyga á í tekstinum, er tað mest gevandi fyri meg at lesa um.
4. Hvat er títt yndisvers í Bíbliuni?
Tað er trupult at velja, men eitt mær dámar sera væl er Orðt 9,10: “Ótti fyri Gudi er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska.” Tað vekir stóra undran at síggja, hvussu stóra ávirkan Bíblian hevur í Ukraina í løtuni. Bíbliusøgurnar bera vón, ugga og framtíðarútlit í ein mun, vit aldrin hava sæð fyrr. Tað skapar ein serligan lívsvísdóm og ein kunnleika til Gud. Eisini hóast nógvir stórir spurningar standa ósvaraðir mitt í krígnum. Tí er hetta versið týdningarmikið fyri meg.
5. Hví skulu vit lesa Bíbliuna
Vit skulu lesa í Bíbliuni, tí hon gevur ein sjáldsaman frið sjálvt mitt í truplastu kreppuni.
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen