SAT-7: Evangeliið til Miðeystur.
Sjónvarpsrásin SAT-7 ber gleðiboðskapin til fólkið í Miðeystri og Norðurafrika.
Í dag ræður islam í teimum økjum, har tær fyrstu kristnu kirkjurnar vórðu settar á stovn og nógv kristin systkin uppliva eina strævna støðu. SAT-7 er eisini ein stuðul til tey kristnu í londum, sum eru herjað av borgarakríggi, sum Sýria og Irak.
SAT-7 er ein kristin, tvørkirkjulig satellittrás við skrivstovum og studio í Egyptalandi, Libanon, Turkalandi og Kýpros. Rásin byrjaði í 1996, og sendir í høvuðsheitum á málunum arabiskt, farsiskt og turkiskt.
Sendingarnar hjá rásini síggjast yvir eitt øki, har 500 milliónir fólk búgva: Norðurafrika, Flógvaríkini og Miðeystur herundir Turkaland, Iran, Afghanistan og Tadsjikistan. Meira enn helmingurin av fólkinum í hesum økjum hevur atgongd til satellittsjónvarp.
Ein varin meting sigur, at 10-12 milliónir fólk eru hyggjarar av sendingunum hjá SAT-7. Allar sendingarnar eru framleiddar við støði í lokalari mentan og á tí málinum, sum hyggjararnir skilja - og tað er ókeypis!
Stutt um SAT-7
Vit eru SAT-7. Vit stuðla teimum kristnu í Miðeystri og Norðurafrika í teirra kristna vitnisburði og lívi. Vit boða gleðiboðskapin um Guds ríki beint inn í heimið hjá fólki, inn í miðdepilin í familjulívinum. Vit veita kristnar satellittsjónvarps- og talgildar miðlatænastur til Miðeystur og Norðurafrika.
Føroyska Bíbliufelagið hevur í mong ár stuðlað SAT-7. Ynskir tú at stuðla SAT-7, kanst tú flyta eina gávu á konto: 9881-492.922.7. Minst til at viðmerkja: SAT-7. Takk fyri stuðulin!
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen