Búmerkið hjá felagnum
Lurta
17. aug. 2024

Spottan móti andanum.

Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin. Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið; men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi.

Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella latið træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar; tí av fruktini man træið kennast.

Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum. Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.

Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.»

Tekin Jónasar

Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: «Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.» Men hann svaraði og segði við teir: «Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets. Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.

Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!

Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon!

Matt. 12,31-42
12. s. e. tríeindardag

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen