Kuba: Tá ið Reina fekk sína fyrstu Bíbliu.
Á Kuba er stórt ynski um at eiga sína egna Bíbliu. Kirkjan veksur og fólk gerast kristin dagliga. Kubanska Bíbliufelagið vitjaði kirkjuna hjá Reinu, eftir at hava hoyrt, at tey høvdu tørv á bíblium. Tey høvdu eintøk av Bíbliuni við til øll í kirkjuni.
Tá ið Reina fekk sína fyrstu Bíbliu, tók hon hana í hendurnar og fór at mussa hana. Fyri fyrstu ferð hevði hon sítt egna eintak av Guds orði! Setningur hennara var greiður; henda Bíblian skuldi hjálpa henni at boða fleiri fólkum frá Guds frelsuætlan.
Meðan gleðistár runnu eftir kjálkunum segði hon við starvsfólkini í Bíbliufelagnum: „Hetta er tað, sum Gud hevur kallað meg til – at deila Guds orð við onnur.“
Tár hennara hendan dagin vísa okkum, nógv meira enn orð kunnu siga, hvussu tað er ikki at hava bíbliur, hjá teimum sum gera tænastu í Guds kirkju.
Kelda: The Scottish Bible Society
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen