Sebedeussynirnir biðja um heiðurssess.
Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað.
Men hann segði við hana: «Hvat vilt tú?» Hon sigur við hann: «Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!»
Men Jesus svaraði og segði: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?» Teir siga við hann: «Tað kunnu vit.» Hann sigur við teir: «Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.»
Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brøðurnar. Men Jesus kallaði teir til sín og segði: «Tit vita, at høvdingarnir yvir fólkaflokkunum eiga valdið á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð. Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara.
Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»
Matt. 20,20-28
13. s. e. tríeindardag
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen