Búmerkið hjá felagnum
Lurta
29. aug. 2024

Nøkur bíbliuvers um sannleikan.

"Eg eri vegurin og sannleikin og lívið.” Soleiðis stutt kann tað sigast. Men Bíblian hevur enn fleiri orð um sannleikan - her eru nøkur av teimum bestu.

1. Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.
1. Kor. 13,4-7.

2. Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg, tí tú ert frelsunnar Guð mín, og eftir tær allan dagin eg bíði.
Sálmur 25,5.

3. Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.
Jóh. 1,14.

4. Tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi.
Jóh. 1,17.

5. Tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.
Jóh. 8,32.

6. Farið tí í øll herklæði Guds, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins.
Ef. 6,13-15.

7. Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum.
1. Jóh. 1,8-10.

8. Pilatus segði tá við hann: «Men so ert tú kongur kortini?» Jesus svaraði: «So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína.»
Jóh. 18,37

9. Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi. Eftir sínum egna vilja føddi hann okkum við sannleiks orði, fyri at vit skuldu vera ein frumgróður av skapningum hansara.
Ják. 1,17-18

Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?» Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. Høvdu tit kent meg, tá høvdu tit eisini kent faðir mín. Og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.»
Jóh. 14,5-7

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen