Búmerkið hjá felagnum
Lurta
31. aug. 2024

Betesda.

Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir.

Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av.

Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: «Vilt tú verða frískur?» Sjúklingurin svaraði honum: «Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.»

Jesus sigur við hann: «Reis teg upp, tak song tína og gakk!» Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men tað var hvíludagur tann dagin. Tí søgdu Jødarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: «Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.» Men hann svaraði teimum: «Tann, sum gjørdi meg frískan, hann segði við meg: «Tak song tína og gakk!» »

Teir spurdu hann: «Hvør er tann maður, sum segði við teg: «Tak song tína og gakk!» » Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvør tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum. Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: «Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg.»

Maðurin fór avstað og segði Jødunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan.

Jóh. 5,1-15
14. s. e. tríeindardag

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen