07. sep. 2024
Marta og Maria.
Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð, at hann kom inn í eina bygd. Har var ein kvinna, ið nevndist Marta, sum beyð honum inn hjá sær.
Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara.
Men Marta hevði strævið við nógvari stákan; og hon kom til og segði: «Harri, leggur tú ikki í, at systir mín letur meg vera einsamalla um matgerðina? Sig tó við hana, at hon skal taka hondina í við mær!»
Men Harrin svaraði og segði við hana: «Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.»
Luk. 10,38-42
15. s. e. tríeindardag
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen